FCK spældi seg víðari

FCK spældi í gjár seinna dystin í 2. rundu av Champions League-kvalifikatiónini, og her skuldu teir royna at verja eina 1-0 leiðslu frá heimadystinum í Keypmannahavn á útivølli ímóti ísraelska meistaraleiðnum.

Beitar Jerusalem. FCK megnaði at halda 0-0 allan fyrra hálvleik, men tá ein tími var spældur legði Yitzhaki Beitar á odda, og restina av hálvleikinum brendi á framman fyri málið. FCK helt tó fast, og í umdystinum fekk danska liðið týdningarmikla útivallarmálið, sum avgjørdi dystin, tá Marcus Allbäck var uppá spæl. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, og sostatt spældi FCK seg víðari í kappingini.