FCK spældi javnt í Suðurafrika

Umstøðurnar at spæla fótbólt eru hesa ársins tíðina stak góðar í Suðurafrika

Eftir at hava verið í eitt hálvt samdøgur komu Todi Jónsson og hinir í FCK mánadagin til Suðurafrika, og týsdagin var fyrsti dysturin á næstan tvær vikur longu venjingar? og dystarferðini á skránni.

FCK spældi ímóti einum liði, sum eitur Park United, og úrslitið var 1?1. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Málskjútti hjá FCK var Christian Lønstrup. Hann hevur annars verið nógv skaddur, og tað eru næstan tvey ár síðani, at hann síðst skoraði mál fyri FCK.

Christian Lønstrup er miðvallari, men tað tykist ikki vera nakar vandi fyri, at hann fer at taka plássið frá Toda Jónsson. Tá FCK leygardagin vann 2?0 móti IFK Göteborg í Parkini var Lønstrup mitt á miðjuni, og Todi spældi í vinstu. Í blaðnum týsdagin vistu vit ikki so nógv at siga um dystargongdina, men síðani hava vit frætt, at hesir báðir miðvallararnir vóru bestu spælararnir hjá FCK. Tá Thomas Thorningar, sum beinanvegin eftir steðgin kom inn á miðvøllin í høgru, skoraði fyrra málið, var tað eftir at Todi Jónsson hevði brotið ígjøgnum í vinstru.


Góðar umstøður

Ferðin til Suðurafrika er ein liður í fyrireikingunum hjá FCK til seinnapartin av kappingarárinum, sum tað verður farið undir á grækarismessu. Og tað kann ikki sigast annað, enn at umstøðurnar eru góðar at spæla fótbólt í Suðurafrika. Veðrið har niðri nú er, sum tað er í Danmark um summarið.

Í Danmark eru grasvallirnir hesa ársins tíðina tungir og vátir, og tað ber verri enn so altíð til at spæla á teimum. Í Suðurafrika andar alt av sól og summar, og tað vil siga, at tað næstan ikki ber til at ímynda sær betri umstøður enn tær, sum FCK venur og spælir dystir undir í hesum døgum.