Tað eydnaðist ikki FK Keypmannahavn at endurvinna meistaraheitið í donskum fótbólti, og tað hevur nú fingið ta avleiðing, at felagið skal hava annan venjara ístaðin fyri Carsten V. Jensen.
Anders Hørholt, sum er stjóri í FC Keypmannahavn, sigur við DR, at Carsten V. Jensen hevur ikki fingið sekkin, og at hann heldur fram í starvinum sum ítróttarstjóri felagsins.
Carsten V. Jensen (myndin) tók við sum venjari, tá sviin Roland Nilsson bleiv uppsagdur fyri fýra mánaðum síðani, tí úrslitini á vøllinum vóru ikki nøktandi.