FCK niður á jørðina aftur

Hóast teir báðir álopsspælararnir, sum venjarin heldur mest av, ikki vóru tøkir, so slapp Todi Jónsson bara framat seinna partin av 2. hálvleiki

ÚTISETI

 
Todi Jónsson hevur í løtuni avgjørt ikki undanvind í FCK, har hann seinastu átta árini so ofta hevur verið á toppinum. Hóast føroyski álopsspælarin síðani ársskiftið aftur og aftur hevur sagt, at tað er langt síðani, at hann hesa tíðina av árinum hevur kent seg vera so væl fyri, sum hann hevur verið hesa ferð, so hevur hann ongantíð í síni FCK tíð verið so langt frá besta liðnum, sum hann nú er tað.
Hans Backe, FCK venjarin, vísir aftur og aftur, tá ið hann tekur avgerðir um, hvussu liðið skal síggja út, at hann ikki longur roknar Toda Jónsson fyri meiri enn eykaspælara. Tað vísti hann aftur hóskvøldið, tá ið FCK í Royalu liguni var hinumegin Oyrasund og spældi ímóti Malmø FF.
Teir báðir, sum Hans Backe roknar at vera fremstu álopsspælararnar í FCK, Álvaro Santos og Sibusiso Zuma, vóru ikki tøkir. Todi Jónsson hevur ongantíð síðani ársskiftið fingið møguleikan millum teir fyrstu ellivu. Hesa ferð tóktist høvið vera til tað, men venjarin valdi Jesper Bech og Peter Møller. Í 66. minutti varð Todi skiftur inn.
                      FCK tapti 1-0. Málið skoraði svenski landsliðsspælarin Marcus Rosenberg, tá ið eitt korter var farið. Av brotsteigarmarkinum smekkaði hann bóltin upp undir málkrókin. Serliga í 1. hálvleiki var Malmø meiri sannførandi, og teir høvdu fleiri upplagdar møguleikar at fáa mál. Ungverski Balázs Rabéczki hevur fingið manga skoluna oman yvir seg, tí hann skal hava verið so lítið sannførandi í FCK málinum. Hesa ferð var øðrvísi. Rabéczki vísti fleiri framúr bjargingar, ið vóru orsøkin til, at FCK ikki tapti við meiri enn einum máli.
                      Sum 2. hálvleikur leið, trýsti FCK meiri, men teir fingu sjáldan møguleikar burturúr. Tað tóktist sum um, at FCK spælararnir ikki kendu seg serliga væl ímóti svenska liðnum, sum hevði væl størri likamliga tyngd í nærdystunum á ikki serliga slætta vøllinum.
                      Á FCK liðnum vóru fimm broytingar framdar síðani sannførandi heimadystin í landskappingini sunnudagin ímóti FCM, og hetta tóktist darva rútmuna á liðnum.
                      Tapið var tað fyrsta hjá FCK í hesum árinum, og talan var eisini um fyrsta tapið yvirhøvur hjá teimum í Royal liguni. Nú eru møguleikarnir hjá FCK at røkka finaluni ikki serliga stórir. Eftir 2-2 á heimavølli ímóti Rosenborg og 0-1 á útivølli ímóti Malmø FF er avgerandi neyðugt hjá FCK bæði at vinna útidystin 14. apríl í Tróndheimi ímóti Rosenborg og heimadystin 28. apríl ímóti Malmø FF. Í síðstu viku vann Rosenborg 2-0 á Malmø.
                      FCK skal sunnudagin spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti Randers FC.