Hálvfinalurnar í norðurlendsku fótbóltskappingini Royal League vórðu spældar í gjárkvøldið, og eftir fyrru dystirnar eru greiðar ábendingar um, at FC Keypmannahavn verður aftur í finaluni í ár. Í gjárkvøldið vann FCK 3-1 á FC Midtjyllandi. Úrslitið var tað sama, tá ið Lillestrøm úr Noreg og Djurgården úr Svøríki spældu her var tað norska liðið sum vann.