Næsta ættarliðið av Laudrup-fótbóltsspælarum er við at koma fyri seg. Mads Laudrup, sum er sonur Michael Laudrup, flytur nú helst úr FC Keypmannahavn og út um Danmark at spæla. BT skrivar, at bæði Barcelona og PSV Eindhoven eru áhugað í at gera sáttmála við unga danska spælaran. Í Barcelona skal Laudrup spæla fyri eykaliðið, meðan PSV lokkar við einum kjansi á besta liðnum hjá felagnum beinanvegin.










