Hóast nógvar leysasøgur ganga í donsku fjølmiðlunum, um hvørjar nýggjar leikarar FCK skal hava, so avsannar ítróttarstjórin Niels-Christian Holmstrøm, at felagið leitar eftir leikarum.
Hann sigur, at felagið als ongar ætlanir hevur um fáa fleiri leikarar til vega. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni byenshold.dk. FCK segði í hósdagin, at áleyparin Marc Nygaard hóast alt ikki var á ynskilistanum hjá felagnum. Nygaard og FCK høvdu annars verið í byrjunarsamráðingum.
? Vit eru væl nøgdir við leikarahópin, sum hann er beint nú. Men um vit fáa møguleikan at gera sáttmála við ein góðan leikara, sum kann styrkja liðið munandi, so er møguleikin tó til staðar, sigur ítróttarstjórin. Hann leggur afturat, at felagið ikki hevur í hyggju at selja nakran leikara beint nú.
Rune Pedersen er bjartskygdur
Málverjin Rune Pedersen er tann einasti leikarin saman við Toda Jónsson, sum er í sáttmálasamráðingum í løtuni. Sáttmálin hjá málverjanum, sum fyri tað mesta er aftanfyri svian Magnus Kihlstedt, rennur út í summar.
Hann roknar við, at sáttmáli verður undirskrivaður í februar mánað. Hann hevur eins og Todi verið trekur at skriva undir, tí hann ikki hevur verið nøgdur við útspælið frá FCK. Um hann ikki skrivar undir við FCK, so vónar hann at sleppa til okkurt annað land at spæla.
Nú Rune Pedersen hevur boðað frá, at hann helst skrivar undir við FCK, so er tað bara Todi, ið ikki er sáttmálabundin eftir summarfrítíðina. Avgerðin hjá Toda viðvíkjandi nýggjum sáttmála fellur væntandi fyrst í næstu viku.