FCK-leikari ávegis til Leicester

Samráðingarnar eru komnar væl áleiðis, og FCK fær eina rúgvu av pengum.

Ein av stuðulsleikarunum hjá FCK, Daniel Amartey, hevur í fleiri umførum verið ávegis til annað felag, men danska stórfelagið hevur tó verið tolið og bíðað til rætta boðið er komið á borðið. Nógv bendir á, at tað er komið nú.


Ekstrablaðið skrivar, at Premier League-felagið Leicester er í samráðingum við FCK um at keypa 21 ára landsliðsleikaran hjá Ghana, og sambært blaðnum, so eru samráðingarnar tætt við at verða komnar á mál. Prísurin sigst vera umleið 60 milliónir krónur.


Daniel Amartey hevur verið ein av teimum, sum hevur staðið frammanfyri Brand Hendriksson í røðini um at spæla á FCK-miðvøllinum. Hann hevur tó eisini í fleiri umførum røkt plássið í miðverjuni.