FCK kom nærri toppinum

Høvuðsstaðarmenninir vóru rættuliga í arbeiðsklæðunum, tá teir við teprum sigri fingu øll stigini við aftur úr Suðurjyllandi

 

Superliga


Tað hevur so ofta verið at hoyrt og sæð í donsku fjølmiðlunum, at ein av orsøkunum til, at FCK ikki hevur megnað tey avrikini og harvið tær endastøðurnar, sum tað kundi roknast við av einum ríkum og á pappírinum væl mannaðum liðið, hevur verið, at tað alt ov ofta hevur verið saknur í arbeiðsmonnum og arbeiðsklæðum.

2. páskadag sást eitt dømi um, at hvat hesum viðvíkur eru nýggjar tíðir komnar til felagið saman við venjaranum, Roy Hodgson.

FCK ? framvegis uttan vøddaskadda Toda Jónsson ? var í Suðurjyllandi og spældi ímóti HFK Sønderjylland. FCK vann 2?1, men tað stóð nógv á, áðrenn tað var greitt, at stigini skuldu í viðførið til Keypmannahavnar. Heimaliðið, sum longu tykist hava mist alla vón um at varðveita plássið í bestu deildini, og sum nú stríðist fyri æruni og sjálvandi at vinna stóru feløgunum onkra neisuna, kom á odda, tá eitt korter var farið. FCK javnaði tíggju minuttir seinni, og hóast FCK legði seg framum, tá tað restaðu 20 minuttir, so var talan alla tíðina um tætta og spennandi uppgerð.

Thomas Thorninger skoraði sigursmálið fyri FCK ? tað kann seinni í ár fara at vísa seg at hava verið gullvirði í tí! ? tá hann var fyrstur á returbólti og stútaði hann í málið.

Hjá FCK kom tað sera væl við, at umframt Brøndby, so hálvsnávaði eisini eitt annað av toppliðunum, Silkeborg.

Í Silkeborg, sum er eitt av liðunum, ið er við í kappingini um DM, høvdu teir vitjan av AGF. Århus liðið hevur leingi kent Herfølge og AB blása aftanfyri seg. Munurin aftur til AB minkaði 2. páskadag við teimum stigum, meðan fjarstøðan frá Herfølge og fram til AGF framvegis er fimm stig.

Í grannastríðnum kom Silkeborg tvær ferðir á odda, men báðu ferðirnar megnaðu teir í AGF, sum so at siga tykjast av nýggjum at hava fingið mót, at koma aftur í aftur.


FCM á toppinum

Samansetta liðið úr Ikast og Herning, FCM, verður ofta nevnt Úlvarnir. Nú tað av álvara fer at stunda til endaspurtin í hesum kappingarárinum, er FCM av álvara farið at vísa tenn. Við 2?1 sigrinum í torføra útidystinum í Viborg kroysti FCM seg upp undir liðina á Brøndby, sum framvegis er á odda í superliguni.

Við tapinum minkaði møguleikin hjá Viborg at gera um seg í stríðnum um gullkrónurnar rættuliga nógv.

AaB og OB hava heldur ikki so nógv at spæla um. Johan B. Hansen hevur framvegis ilt við at stríða seg á liðið hjá OB. Úrslitið í Aalborg var 1?1. Sjálvt um OB var frammanfyri 1?0, so halda donsku fjølmiðlarnir, at teir í OB áttu at vera mest nøgdir við javnleikin. OB málverjin, Karim Zaza, varð mettu at vera besti málverjin í hesum umfarinum. Á vikuliðnum vóru eisini tveir av liðfeløgunum hjá Jákupi Mikkelsen í Herfølge ? John Faxe Jensen og verjumaðurin og málskjúttin Torben Christiansen.

Á pappírinum kundi tað sæð út til, at av oddaliðunum verður tað FCM, sum komandi vikuskifti eigur lættastu uppgávuna. Teir skulu á heimavølli spæla ímóti Herfølge. Men jydarnir fara neyvan at kanna sær tann bitan, áðrenn hann er seldur. Hóast munurin á stigatalvuni er stórur, so verður tað nevyan so lætt hjá FCK, tá teir fáa vitjan av grannunum úr AB, sum tykjast fáa alt meiri sjálvsálit. Brøndby skal spæla í Aalborg, og hinir dystirnir eru Lyngby?Silkeborg, OB?HFK Sønderjylland og AGF?Viborg.