FCK keypir verjutalentið Victor Nelsson fyri metprís

Verjuspælarin Victor Nelsson hevur fingið sáttála fram til summarið 2024 í FC København.

Í gjár upplýstu donsku meistararnir í FCK í tíðindaskrivi, at Victor Nelsson er komin í felagið við einum fimm ára sáttmála. Nelsson kemur til FCK úr FC Nordsjælland, har hann hevur verið liðskipari.

FC Nordsjælland váttar eisini handilin á síni heimasíðu.

Sambært FC Nordsjælland er tað tann størsti handilin, sum nakrantíð er gjørdur millum tvey donsk fótbóltsfeløg.

Neyvi prísurin fyri Victor Nelsson er ikki upplýstur. Hósdagin vildi B. T. Vera við, at prísurin lá um tær 25 milliónir krónurnar fyri verjuspælaran, meðan Ekstra Bladet hevur sagt hann liggja um tær 27 milliónir krónurnar.

Tað fyrra transfer-metið í handli millum tvey donsk feløg var tá Jonas Borring í 2008 skifti frá OB til FC Midtjylland fyri 21 milliónir krónur.

FC København hevur í summar verið á veiðurferð í fleiri donskum superligafeløgum. Sten Grytebust (OB), Karlo Bartolec (FC Nordsjælland) og Jens Stage (AGF) eru eisini farnir til donsku meistararnar.

20 ára gamli Nelsson hevur stórt potelntiali, heldur FCK-venjarin Ståle Solbakken.

– Victor er eitt ógvuliga stórt talent og hevur stórt potentiali til at hækka støðið enn meira altjóða, sigur Ståle Solbakken í eini fráboðan og greiðir nærri frá:

– Hann hevur hóast unga aldur sín stórar leiðaraeginleikar og tekur fegin ábyrgd bæði í spæli og kring mentanina í felagnum. Hann er sterkur í duellum og ein tekniskt dugnaligur verjuspælari, sum er taktiskt væl skúlaður í FC Nordsjælland, sigur Ståle Solbakken.

Victor Nelsson varð í juni úttikin til danska A-landsliðið til dystirnar ímóti Írlandi og Georgia. Hann sat tó á beinkinum.

Seinni var hann við U21 landsliðnum til EM-endaspælið, har hann fulla tíð í teimum trimum bólkadystunum.

 

/ritzau/