Fredriksberg Idrætsforening, FIF, hevur leingi verið um at fara av knóranum, men nú er felagið bjargað. Tað er eingin annar enn Flemming Østergaard, stjóri í fótbóltsfelagnum FCK, sum ígjøgnum partafelagið Parken Sport & Entertainment hevur keypt FIF. Parken Entertainment eigur eisini FCK.
Flemming Østergaard ella Don Ø, sum hann eisini verður nevndur, hevur stórar ætlanir við hondbólti í høvuðsstaðnum. Ætlanir eru frammi um at gera ein hondbóltsvøll í sjálvari Parkini, so at FIF framyvir kann at spæla sínar dystir frammanfyri 17.000 áskoðarum.
Østergaard er ivaleysur um, at peningur er at vinna í donskum hondbólti, og tað er orsøkin til, at hann hevur valt at keypa eitt hondbóltsfelag.