Sambært enska blaðnum Sunday Mirror er danska felagið FC Keypmannahavn áhugað í at keypa vongspælaran Dennis Rommedahl frá Charlton. Rommedahl spældi á sinni í Lyngby, har hann var liðfelagi hjá Toda Jónsson, men hann hevur seinnu árini spælt fyri PSV Eindhoven og Charlton. Nú verður roknað við, at Rommedahl kann verða seldur, og bæði PSV og FCK skulu verða áhuga í skjóta danska spælaranum, sum spældi sín fyrsta landsdyst fyri Danmark ímóti Føroyum á Tórsvølli.