Svenski Tobias Linderoth hevur fleiri ferðir verið jagstraður av ymsum stórfeløgum. Hann hevur tó víst øllum tilboðum aftur, tí hann og familjan hava havt tað so gott í danska høvuðsstaðnum. Men nú er tilboðið komið, sum hvørki hann ella FCK hava kunnað víst aftur. Sáttmálatilboðið kemur frá turkiska stórfelagnum, Galatasaray. Ítróttarstjórin í FCK, Carsten V. Jensen, sigur, at tilboðið frá Galatasaray var fíggjarliga so gott, at teir ikki kundu standa fyri hesum. Sáttmálin hjá Linderoth er galdandi í trý ár. Linderoth hevur síðan hann kom til FCK í 2004 leikt 127 dystir fyri felagið.