FCK leiðlsan, sum fyrr í vikuni keypti ein miðvallara afturat, heldur, at tað verður ansað ov illa eftir Toda Jónsson á landsliðnum
Felagið hjá Toda Jónsson er rættuliga í brennideplinum í donsku fjølmiðlunum í hesi vikuni. Meðan tað hevur verið lítið og einki at hoyrt frá hinum feløgunum, og meðan flestu fjølmiðlagreinarnar hava snúð seg um góða úrslitið hjá landsliðnum á Malta og um fyrireikingarnar til landsdystin í Kekkia, so hevur FCK verið at sæði í yvirskriftunum hvønn tann einasta dag. At teir halda, at tað hevur alstóran týdning at verða umrøddur í fjølmiðlunum, er einki at ivast í. Ikki minst tá størsti dysturin á várinum ? tann ímóti Brøndby ? bara eru fýra dagar burturi.
Tríggir spurningar hava verið á skránni. Ein hevur verið Ståle Solbakken, sum nú er útskrivaður og sum sigst hava fingið pacemakara Talan er um ein ICDara, siga teir. Hetta skal vera av einum slagi, sum er størri, enn teir vanligu. Læknaligir serfrøðingar í Danmark, sum ikki hava havt møguleika fyri innliti í støðuna hjá miðvallaranum, halda, at tað fer ikki at bera til hjá norðmanninum at spæla fótbólt aftur. Í morgin fer Ståle Solbakken at hava tíðindafund í FCK. Tá verður ivaleyst meiri at frætta.
Kanadiari í FCK
Ein annar spurningur, sum hevur snúð seg um FCK í fjølmiðlunum, eru tíðindini um, at teir fyrrapartin av vikuni fingu ein nýggjan útlending í besta hópin. Talan er um ein miðvallara, sum eitur Jason Bent. Hann er ættaður úr Kanada og er 24 ára gamal. Hann hevur verið kanadiskur landsliðsspælari síðani 1997, og tað sigst, at hesin maðurin verður mettur at vera evnaríkasti fótbóltsspælarin í Kanada.
At hann kemur til FCK nú kemst av, at ætlaði sáttmálin við eingilska 1. deildarfelagið Preston North End fór fyri bakka ? í fyrstu atløgu í hvussu so er. Fyrrapartin av vikuni var síðsta freist at skriva sáttmálar í Onglandi fyri hetta kappingarárið. Tá síðsta freistin kom, var uppihaldsloyvi ikki klárt, og so var neyðugt at útseta sáttmálaskeiðið millum kanadiumannin og eingilska felagið.
Í Danmark var eingin trupulleiki við uppihaldsloyvinum, og nú verður kanadiumaðurin við í kappingini um plássini inntil í summar. Talan er um leiguavtalu.
Todi verður illa ansaður
Í gjár søgdu vit, at ítróttarstjórin í FCK í BT hevði verið rísin inn á føroyska landsliðið. Í mikudags útgávuni av Ekstrablaðnum hevur søgan fingið eina tonn afturat. Har verður meiri enn róð fram undir, at FCK leiðlsan heldur, at teir á føroyska landsliðnum fara ov illa um Toda, sum teir siga hevur skrøbelig likamligan førleika.
Ítróttarstjórin í FCK sigur í blaðnum, at Todi er skaddur sjey av tíggju ferðum, tá hann kemur aftur av føroyska landsliðnum, og at talan er um skaðar, sum einki hava við fysiska kontakt at gera. Hann heldur, at tað á føroyska landsliðnum verður ikki ansað nóg væl eftir spælarunum, og hetta ætlar Niels Christian Holmstøm, at FCK læknin skal tosa við Allan Simonsen um.
jh










