Fótbóltur er handilsskapur. Kenslan av at hoyra til í einum felag, og at gera alt tað besta fyri felagið og ikki at hugsa so nógv um seg sjálvan, er ikki so sjónsk longur, sum hon áður hevur verið.
Thomas Rytter er ein av lyklaspælarunum hjá FCK. Sáttmálin millum hann og felagið er galdandi fram til komandi summar. Felagið hevur aftur og aftur roynt at fáa spælaran at leingja avtalutíðarskeiðið. Hetta gera teir, bæði tí teir halda hann vera ein góðan spælara, og tí teir vilja hava pengar fyri hann, um hann verður seldur til eitt annað felag.
Men Thomas Rytter hevur higartil ikki viljað skrivað undir ein nýggjan sáttmála. Hann vil fegin hava allar pengarnar, um hann verður seldur til eitt útlendskt felag. Og tað kann hann bara fáa, um hann ikki framman undan er bundin av sáttmála.
Nú er tolið hjá FCK um at vera uppi. Teir hava boðað góða spælaranum frá, at um hann ikki skrivar undir ein nýggjan sáttmála við teir, so er stórur møguleiki fyri, at hann tað, sum er eftir av kappingarárinum og harvið sáttmálaskeiðnum, verður noyddur at sita á beinkinum ella millum áskoðararnar.
Harvið leggur FCK trýst á Thomas Rytter. Um spælarin ikki verður á liðnum, so verða vánirnar fyri at verða seldur til útlandið verri, enn tær eru nú.








