FCK floppaði í Champions League

Skal FCK endurtaka ævintýrið í Champions League frá í fjør, so skulu teir av álvara taka seg saman. Í gjár taptu teir fyrra dystin, um at koma í Champions League bólkaspælið, 3-1 í Parkini móti tjekkiska FC Viktoria Plzen. Arsenal vann á Udinese

 

Í fjør megnaði FCK at vinna seg víðari úr Champions League bólkaspælinum, sum tað fyrsta danska liðið nakrantíð. Millum góðu úrslitini var ein javnleikur í Parkini móti Barcelona.

 

Í ár er tó líkt til, at FCK als ikki kemur í bólkaspælið. Teir høvdu í gjár vitjan av tjekkiska FC Viktoria Plzen. Úrslitið gjørdist 3-1 til tjekkiska liðið. Tí skal FCK skora minst tríggjar ferðir í retur-dystinum í Tjekkina, um teir vilja hava møguleikan at møta liðnum sum Barcelona aftur í ár.

 

Eisini Arsenal stríðist fyri at koma í Champions League bólkaspælið. Teir spældu á heimavølli móti Udinese og vunnu 1-0. Einsamalla málið í dystinum skoraði Theo Walcott longu aftaná fýra minuttir.

 

Champions League:

 

Arsenal – Udenese 1-0

1-0 Theo Walcott, 4

 

FCK – Pizen 1-3

0-1 Solvi Ottesen, 52 sjálvmál

0-2 Vaclav Pilar, 59

1-2 Solvi Ottesen, 69

1-3 Martin Fillo, 79

 

Twente – Benfica 2-2

1-0 Luuk de Jong, 6

1-1 Oscar Cardozo, 21

1-2 Nolito, 35

2-2 Bryan Ruiz, 80

 

BATE – Sturm Graz 1-1

0-1 Manuel Webber, 12

1-1 Marko Simic, 59

 

Lyon – Ruben Kazan 3-1

0-1 Vladimir Dyadyun, 3

1-1 Bafetimbi Gomis, 10

2-1 Solomon Kverkveliya, 40 sjálvmál

3-1 Jimmy Briand, 71