Danmark
Felagið hjá Toda Jónsson kundi gjáramorgunin boða frá, at teir hava gjørt ein eitt ára sáttmála við svian, Kent Karlsson, um at hann skal standa á odda fyri liðnum.
Karlsson hevur áður ? og við góðum úrslitum ? verið venjari hjá FCK, men ta ferðina noyddist hann at gevast av persónligum ávum.
Danska Tipsblaðið nevndi annars fyri viku síðani Karlsson sum fremsta evnið til sessin. Grundgevingarnar hjá teimum vóru, at FCK í løtuni ikki hevur stundir til at finna eitt eins stórt »navn« sum Roy Hodgson. At venjarin kennir felagið framman undan og at leikarar og venjari í stóran mun kenna hvønn annan.
Ti metti blaðið, at Karlsson var sera væl hóskaður sum fyribilsloysn, soleiðis at leiðslan í felagnum fær góðar stundir at finna rætta persónin til venjarasessin. Eftir øllum at døma hevur leiðslan í FCK verið av somu fatan, og sostatt høvdu Todi og teir ein venjara, tá teir hósmorgunin møttu til fyrstu venjingina í nýggja kappingarárinum.