FCK fekk United

Í gjár var lutakast um, hvussu FC Keypmannahavn skal spæla í Champions League kappingini. FCK kom í bólk saman við Manchester United, Benfice og Celtic. Fyrsti dysturin hjá FCK verður tann 13. september, tá ið Benfica vitjar í Parkini. 1. november spælir Manchester United í Parkini, og seinasti dysturin hjá FCK verður ímóti Celtic tann 6. desember. Harafturat spælir FCk eisini útiodystir ímóti hesum feløgum. FCK hevur í nógv ár roynt at komið við í bólkaspælið í Champions League, men hetta er fyrstu ferð, at tað eydnast størsta felagnum í Danmark at koma so langt.