FCK er fyrimyndin

Tað eru nógvir, sum hava tveitt hópin av pengum í fótbóltsfeløg, uttan at annað enn fíggjarligir trupulleikar hava verið úrslitið. Tann vandan er Todi Jónsson fullgreiður um, men hann slær fast, at hetta nú ikki er tað, sum føroyski íleggjaraskarðin hevur í huganum.
- Vit hava so valt, at vit ikki fara út og blaka ein stóran posa av pengum eftir nøkrum góðum spælarum, tí hetta í sjálvum sær skapar einki grundarlag.
- Fremsta partmálið er at styrkja fyritøkuna, og tí hava vit heldur valt at nýta pengar upp á ein dugnaligan stjóra. Og so kunnu vit kanska um hálvt ella heilt ár hugsa um at keypa spælarar til felagið.
Sjálvur nevndi Todi á tíðindafundinum, at hetta kanska var ein leið, sum var í tráð við ta, sum Flemming Østergaard hevur nýtt í FCK. Men hann hevur tó ikki tosa við gamla stjóran hjá sær um góð ráð.
- Eg havi ikki tosað við hann um hendan partin. Men hóast tað eru nakrar milliardir á muni millum FCK og Fremad Amager, so hava báðar fyritøkurnar fótbóltin sum felagsnevnara. Tí er náttúrligt, at vit eisini skeita eftir, hvussu FCK hevur gjørt. Tí hetta er uttan sammeting best eydnaða samanleggingin av donskum feløgum.