Danska Stórfelagið FCK er farnið í holt við fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Undanfarna kappingarár var merkt av grundleggjandi broytingum í venjaratoyminum, spælistíli og harafturat óstøðugum avrikum. Størsta hendingin fór fram 2.november í 2020, tá ið Jess Thorup varð nevndur nýggjur Fck venjari. Hann tók yvir eftir Ståle Solbakken, ið samanlagt hevur verið venjari í felagnum í 14 ár. Hesi árini megnaði Solbakken at vinna heili otta meistaraheiti, fýra steypakappingar umframt at røkka 13 av 15 møguligum evropeiskum bólkaspølum. Eisini vann hann Royal League við felagnum í 2006.
Svingandi úrslit í 2020
Høvuðsorsøkin til venjaraskifti var sambært FCK leiðsluni, at úrslitini vóru ov svingandi, og at fleiri leikarar høvdu mist álitið á Solbakken. Jess Thorup kom til felagið frá KRC Genk, ið hann fáar mánaðar frammanundan hevði skrivað sáttmála við.
Thorup kom til felagið við nýggjum hugskotum, og broytti hann leikskipan umframt at spælið bleiv meira flótandi og álopskent. Hetta sást tó eisini aftur í verjupartinum, tí Fck lótu nógv fleiri mál inn, enn teir gjørdu árini frammanundan. Fck gjørdu stórar íløgur í alt venjaratoymi, og høvdu teir fáar mánaðar eftir at Thorup traðkaði til sum venjari, fingið ognað sær dýrasta venjaratoymið í donsku fótbóltssøguni. Hetta rakk tó ikki til meira enn eitt triðja pláss í deildini. Brøndby vunnu í fjør sítt fyrsta meistaraheitið síðani 2005. FC Midtjylland gjørdist nummar tvey.
Flytingargluggi við Thorup og PC á odda
Flytingargluggin er latin upp, og nýggi ítróttarstjórin hjá høvuðsstaðarfelagnum er farin til verka. Fck hava longu fingið fýra nýggjar leikarar í hópin – harav tveir eru fyrrverandi AGF leikarar. Peter Christensen (t.e. PC, ið er hansara eyknevni) kom úr AGF, og hevur hann longu fingið tveir lyklaleikarar til sín høvuðsstaðin. Talan er um miðverjan, Kevin Diks, ið skoraði tvey mál móti Fck í undanfarna kappingarárið. Hin leikarin er málmaðurin, Kamil Grabara, ið hevur verið útleigaður frá Liverpool til AGF seinastu árini. Prísurin fyri Grabara liggur á umleið 26.mió krónur. Hinir báðir, ið Thorup og PC hava ognað sær til komandi kappingarár, eru georgiski miðverjin Davit Khocholava og 18 ára gamli málverjin, Johan Guadagno, sum kom úr Manchester United.
Ætlanin er heilt avgjørt eitt danskt meistaraheiti. Spurningurin verður, um mongu broytingarnar fara at røkka til júst tað.
Danska kappingin verður skotin í gongd 16.juli. Fck spæla sín fyrsta dyst 18.juli kl 15:00, tá ið teir taka ímóti Aab í Parkini.