FCK brynjar seg út til várhálvuna

Todi Jónsson er smáskaddur, og er tí ivasamur til venjingardystin leygardagin ímóti Malmø

OddaliðIð í Superliguni, FCK, hevur fyrireikað seg nú í góðan mánað til várhálvuna. Leygardagin skal høvuðsstaðarliðIð spæla venjingardyst ímóti Malmø.

FCK má verða Martin Albrechtsen og Thomas Røll fyriuttan, tí báðir eru á veningarlegu við liga-landsliðnum. Føroyski framherjin, Todi Jónsson, er ivasamur til venjingardystin ímóti Malmø, tí hann hevur trupulleikar við øklinum. Annars eru allir mans tøkir, fyriuttan Christan Lønstrup og sviin Thomas Antonelius, sum báðar dragast við skaðar

Annars lata teir sera væl at nýggja ungverska málverjanum í FCK, Balacz Raboczki, sum hevur staðIð seg væl fyrstu vikana í FCK. Væntandi fær ungverjin møguleikan saman við Ole Tobiassen ímóti Malmø leygardagin, sum eisini er keyptur í vetrarsteðginum.