Eftir skuffandi javnleikin seinasta vikuskiftið, kom FCK aftur á slóðina um vikuskiftið, tá ið teir settu AC Horsens uppá pláss. FCK kom best frá byrjan, og eftir seks minuttir skallaði Jesper Grønkjær favorittarnir á odda. Teir gulu úr Horsens fingu tó javnað, tá ið Charles Akonnor í 24. minutti skoraði til hálvleiksstøðuna, 1-1.
Annar hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá ið Hjalte Bo Nørregaard hevði lagt FCK á odda. Hereftir høvdu teir skil á dystinum, og stutt fyri leiklok avgjørdi Jesper Grønkjær dystin, tá ið hann skoraði til endaliga úrslitið, 3-1.










