FC Suðuroy og Skála fóru hvør sín veg

1. DEILD: Miðalaldurin á teimum ellivu, sum vóru á Skálaliðnum í Vági í dag, var 22 ár, og ein av heimamonnunum varð skiftur inn á 16 ára føðingardegnum

Skálaliðið í Vági í dag Mynd: Skála Ítróttarfelag

Skálamenn eru í kvøld komnir aftur á Skála. Seinnapartin settu teir punktum fyri teirra leiklut í næstbestu deildini í hesum umfarinum. Nú flyta teir uppaftur í bestu deildina, sum teir fyri einum ári síðani fluttu niður úr.

 

Í dag spældi Skála á útivølli ímóti FC Suðuroy, sum eisini segði farvæl við næstbestu deildina í dag. Nú flytur FC Suðuroy niðuraftur í 2. deild, sum FC Suðuroy í fjør flutti upp úr. Úrtøkan hjá Skála í næstbestu deildini var í ár 53 stig, og úrtøkan hjá FC Suðuroy í næstbestu deildini var í ár 26 stig.

 

Skála vann í dag 2-0. Dávid Johansen átti uppleggið, tá ið Poul Kallsberg setti hol á, tá var ein hálvur tími farin. Hetta var áttanda málið hjá Poul í ár. Dávid Johansen staðfesti 2-0 sigurin, tá ið tað restaðu 19 minuttir. Hetta var níggjunda málið hjá Dávidi í ár.

 

Miðalaldurin á Skálaliðnum í dag var 22 ár. Veteranarnir Pætur Dam Jacobsen og Niels Pauli Danielsen vórðu skiftir inn, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin.

 

Julian Mikkelsen, Martin Johansen og Bjarti Thorleifsson vóru millum teir fyrstu ellivu. Hetta var annar dystur hjá Juliani á besta liðnum í ár, og hetta var fjórða ferðin, at 17 ára gamli Martin Johansen var millum teir fyrstu ellivu. 17 ára gamli Bjarti Thorleifsson var fyri fimtu ferð millum teir fyrstu ellivu.

 

Ervin Rasmussen, sum 10. apríl fylti 16 ár, varð í 78. minutti fyri fyrstu ferð skiftur inn á besta liðið hjá Skála.

 

Jónas Eyðbjørnsson Thomsen hjá FC Suðuroy hevur í dag 16 ára føðingardag. Hann var á 16 ára føðingardegnum og lítla løtu undan leikloki skiftur inn á FC Suðuroy liðið. Treytin fyri at spæla í vaksnamannadeildunum er, at spælarin er fyltur 16 ár.

 

Skálaliðið í Vági í dag Mynd: Skála Ítróttarfelag