FC Suðuroy: Liðskiparin heldur fram

Hóast FC Suðuroy er flutt niður í 2.deild, so hevur tað eydnast at halda fast í liðskiparanum

Hóast FC Suðuroy er flutt niður í 2.deild, so hevur tað eydnast at halda fast í liðskiparanum, Hera Eyðunsson Kjærbo. Venjingarnar eru longu farnar í gongd og nýggi formaðurin, Dennis Holm, er fegin um at liðskiparin heldur fram.

 

- Vit eru ómetaliga glað fyri, at Heri Eyðunsson Kjærbo, sum var liðskipari hjá FC Suðuroy farna kappingarár, heldur áfram í felagnum, sigur Dennis Holm, formaður, og leggur afturat:

 

- Vit eru í einari uppbyggingartilgongd og er tað tí heilt avgerandi, at vit eisini hava leiðara-typur á liðinum, og har hevur Heri seinasti árini verið ein av avgerandi leikarunum hjá FC Suðuroy, sigur Dennis Holm á Facebook síðuni hjá FC Suðuroy.

 

Heri Eyðunsson Kjærbo hevur, síðan hann sum 16 ára gamal spældi fyrsta dyst við vaksnamannadeildini hjá FC Suðuroy, verið fastur maður hjá FC Suðuroy - við undantøku av kappingarárini 2017 og 2018 á felags Suðuroyarliðinum og ein part av árinum 2019, tá Heri spældi við 07 Vestur. Nú er so greitt, at Heri komandi kappingarár fer undir 10. kappingarárið við FC Suðuroy.