FC Suðuroy hevur sett venjara

Eisini í 2022 verður tað Palli Augustinussen, sum fer at hava ábyrgdina á Vágseiði

Mynd: FC Suðuroy

Í heyst stríddist FC Suðuroy væl og leingi fyri at sleppa undan niðurflytingini. Tað eydnaðist ikki, og í 2022 fer FC Suðuroy at spæla í triðibestu deildini.

 

Í kvøld boðar FC Suðuroy frá, at Palli Augustinussen eisini í 2022 verður høvuðsvenjari, og at Jakob Skaaning eisini í 2022 verður hjálparvenjari.

 

Palli Augustinussen hevur verið venjari á Vágseiði tvey tey seinastu árini.

 

FC Suðuroy veit í kvøld at siga, at fyrsta venjingin var í kvøld, og at tað á leikarafundinum undan venjingini vóru 21 spælarar, og at nakrir eru burturstaddir.

 

Umstøðurnar eru góðar at venja hjá FC Suðuroy, sum venur í marghøllini í Vági.

 

Mynd: FC Suðuroy