Dysturin á Argjum er nú liðugur, og hann endaði 1-0 til FC-Suðuroy. (meira kemur seinni)
75 min.
0-1
FC Suðuroy er framvegis á odda við einum máli. Gongdin seinastu løtuna hevur ikki bent á, at heimaliðið fer at megna av svara aftur, hóast teir eru yvirmannaðir.
60 min.
0-1: Kári á Lágabø 57.
Hóast suðuroyingarnir eru undirmannaðir, so hevur tað eydnast teimum at leggja seg á odda í toppdystinum á Argjum.
AB legði bragdligari fyri eftir steðgin, men John T. Poulsen er óførur í málinum. Hann er stórur og megnar væl spælið úti í brotsteiginum, tá ið argjamenn royna at leggja innfyri.
Tólv minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, tá ið Kári á Lágabø eftir hornasparksinnlegg setti bóltin í AB málið.
Hornasparksstøðan stóðst eftir skjótálop, tá ið David Asare gjørdist leysur, men AB málverjin bjargaði skotinum út til horna, og so var tað, at FC Suðuroy skoraði!
Hóast
--
Tað er toppdystur í næstbestu deildini á Argjum í dag. Fyrsta bríkslið var klokkan 16, og nú teir eru farnir at hvíla seg, er støðan framvegis málleysur javnleikur.
Hóast einki mál er skorað, so hevur tað verið dramatikkur á Argjum. Tá ið umleið ein hálvur tími var farin, varð málverjin hjá FC Suðuroy, Stanislaw Kuzma, rikin av vølli. Hetta var hann eftir samanbrest við AB álopsspælaran Alex Mellemgaard. Hetta var stutt uttanfyri brotsteigin. Dómarin bríkslaði fyri frísparki, og eftir at hava tosað við linjuverjan, vísti hann málverjanum av vølli.
Álopsspælarin John T. Poulsen fór í málið at standa, og hann hevur havt onkra góða bjarging. Síðsta korterið í 1. hálvleiki hevði AB bóltin stóran part av tíðini, men argjamenn hava ikki megnað at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
FC Suðuroy og AB eru favorittar at flyta upp. Einasti avbjóðarin er TB, sum í dag hevur vunnið 7-0 (4-0) á heimavøllinum í Hvalba ímóti 07 Vestur.