1. deild: Teir næstbestu hjá 07 Vestur hava í dag lagt rygg til 7-0 tap á Vágseiði. FC Suðuroy hevur í dag við rimmar heimasigri lyft seg upp aftur á toppinu í næstbestu fótbóltsdeildini.
Teir næstbestu hjá 07 Vestur vitjaðu á Vágseiði. Undan hesum umfarinum var úrtøkan hjá 07 Vestur einki stig, og í dag løgdu vágamenn rygg til 7-0 tað.
Longu miðskeiðis í 1. hálvleiki var støðan 5-0!
FC Suðuroy-07 Vestur 7-0 (6-0)
1-0: John Poulsen 7.
2-0: Nicklas Paulsen 11.
3-0: Kári í Lágabø 16.
4-0: Poul N. Poulsen 19.
5-0: Heini Vatnsdal 23.
6-0: John T. Poulsen 38.
7-0: Tóki Brattalíð 75.
Reytt kort: Gunleif Olsen, 07 Vestur, (2 gul) 88.