Tað var eisini heimaliðið, sum legði seg á odda nakað inn í seinna hálvleik, tá Jón Krosslá fekk ein av mongu kjansunum í netið.
Tá tað restaðu 20 minuttir økti heimaliðið við málið frá Obi Charles, men tað eydnaðist B68 at spæla seg inn í aftur dystin. Pól Jóhannus Justinussen skoraði fyri B68, men tað munaði lítið, tí heilt fáar minuttir seinni var Obi Charles aftur framvið og staðfesti sigurin hjá suðuroyingum.
Sigurin er ársins fyrsti hjá FC Suðuroy, sum nú hevur fimm stig ? eitt stig minni enn B68.
FC Suðuroy ? B68 3-1 (0-0)
1-0: Jón Krosslá, 57.
2-0: Obi Charles, 70.
2-1: Pól Jóhannus Justinussen, 80.
3-1: Obi Charles, 83.
Dómari: Petur Reinert.