FC Suðuroy sett upp á pláss av næstbesta TB liðnum

Tá ið havt verður í huga, at tað var besta liðið hjá FC Suðuroy, sum í kvøld átti heimavøll ímóti næstbesta liðnum hjá TB, so var tað óvæntað, at gestirnir struku avstað við 4-3 sigri, eftir at teir í hálvleikinum vóru frammanfyri 3-1. Tá ið hugt verður at manningarlistanum, so var tað kanska ikki so óvæntað. Nógvir, sum manna besta TB liðið, eru blaðungir. Hesir hava loyvi at spæla bæði á besta og næstbesta liðnum. Í kvøld hevði TB venjarin, Hans Fróði Hansen, givið fleiri teirra loyvi at spæla á Vágseiði. Ein teirra, 18 ára gamli Ragnar Tausen, gjørdist orduliga dagsins maður. Hann skoraði reint hattrikk!

 

Fyrsta bríkslið í hesum umfarinum var á Svangaskarði klokkan 17.30. B68 hevði vitjan av næstbesta liðnum hjá Víkingi, og í vánaligum líkindum – vindur, regn og kuldi – eydnaðist tað B68 at vinna 2-0. Í 1. hálvleiki var málleyst.

 

Liðformaðurin, Jóhan Dávur Højgaard, setti hol á við brotssparki, og Haraldur R. Højgaard staðfesti heimasigurin, eftir at Bjarki Johannesen hevði spælt hann leysan.

Úrslitini á Svangaskarði og á Vágseiði bera við sær, at B68 eftir fimm umfør er seks stig frammanfyri næstfremstu liðini, sum eru HB, Kí og FC Suðuroy. HB vann í kvøld 3-0 á heimavølli ímótiEB/Streymi.

 

Í regninum og seinni vátaslettinginum á Skála legði B36 bragdliga fyri, og í 28. minutti var árstalsfelagið frammanfyri 2-0. Skjóti álopsspælarin Sandri Færø setti hol á í 25. minutti, og tríggjar minuttir seinni økti Jákup Johansen.

So tóktist tað sum um, at fjáltur kom á B36 liðið, sum kanska ikki hevði roknað við, at tað fór at tørna soleiðis út. Tíggju minuttir fyri steðgin minkaði Ólavur Mikkelsen um munin við brotssparki, og tríggjar minuttir seinni javnaði Brian Jacobsen til 2-2.

Eftir steðgin kendist tað sum um, at Skála ætlaði at leggja trýst á, men B36 verjan við Hørði Askham á odda megnaði at standa ímóti, og møguleikin fyri skjótum B36 mótálopum lúrdi alla tíðina.

 

Í Klaksvík var einki at rafla um. Næstbesta KÍ liðið vann 6-0 á B71. Unglingaspælarin Jóhan Jacobsen var í hopla í 1. hálvleiki, tá ið hann skoraði hattrikk, áðrenn hann varð skiftur út.

 

5. umfar

FC Suðuroy-TB 3-4 (1-3)

1-0: Reidar D. Joensen 2.

1-1: Einar Petersen br 39

1-2: Ragnar Tausen 40.

1-3: Ragnar Tausen 45.

1-4: Ragnar Tausen 56.

2-4: Salmundur Bech 67.

3-4: Palli Augustinussen 90.+2.

 

HB-EB/Streymur 3-0 (2-0)

1-0: Dávid R. Nolsøe 1.

2-0: Jákup Slættalíð 19.

3-0: Pál Mohr Joensen 64.

 

Skála-B36 2-2 (2-2)

0-1: Sandri Færø 25.

0-2: Jákup Johansen 28.

1-2: Ólavur Mikkelsen br 35.

2-2: Brian Jacobsen 38.

 

B68-Víkingur 2-0 (0-0)

1-0: Jóhan Dávur Højgaard br 65.

2-0: Haraldur R. Højgaard 75.

 

KÍ-B71 6-0 (4-0)

1-0: David Langgaard 21.

2-0: Jóhan Jacobsen 30.

3-0: Jóhan Jacobsen 38.

4-0: Jóhan Jacobsen 44.

5-0: Jóannes Bjartalíð 75.

6-0: Jóannes Bjartalíð 83.

 

Støðan eftir fimm umfør

B68 15

HB 9

KÍ 9

FC Suðuroy 9

Skála 7

TB 7

EB/Streymur 5

B36 4

B71 4

Víkingur 3

 

6. umfar

Leygardagin 20. apríl

B68-HB

TB-Víkingur

Skála-KÍ

B36-EB/Streymur

Sunnudagin 21. apríl

FC Suðuroy-B71