FC Suðuroy misti alt

Keita var tvífaldur málskjútti, tá ið Giza/Hoyvík vendi 0-2 til 3-2 heimasigur

Leingi sá tað út til, at FC Suðuroy skuldi vinna fulla úrtøku á niðara vølli í Gundadali tíðliga seinnapartin. Tá ið dómarin bríkslaði fyri hálvleiki var FC Suðuroy frammanfyri 2-0, men tá ið síðsta bríksl ljóðaði, vísti máltalvan 3-2 til heimaliðið.

 

Tvíburarnir Krosslá Mortensen løgdu FC Suðuroy framum í fyrra hálvleiki. Tóki stútaði fyrra málið eftir horna úr høgru, og Teitur økti um leiðsluna, tá ið hann kom ímillum afturlegging og setti bóltin framvið Peturi Meinhard Magnussen í heimamálinum.

 

Eftir steðgin vendi Giza/Hoyvík øllum á høvdið. Ahmed Keita minkaði um munin, tá ið hann eftir langa framlegging rann frá verjuni og setti bóltin framvið FC Suðuroy málverjanum Kára Jacobsen. Elias Evensson javnaði til 2-2, eftir at Ahmed Keita sneiddi seg leysan í vinstru og legði innfyri, og Ahmed Keita varð dagsins maður, tá ið hann varð leysur innanfyri verjuna og enn einaferð setti bóltin framvið málverjanum. Tá hevði FC Suðuroy nógv fólk frammarlaga á vøllinum í roynd at skora sigursmálið, og heimaliðið sektaði hetta.