Vágbingar og sumbingar eru hugaðir fyri einum felags fótbóltsliði í Suðuroy. Á eykaaðalfundi í VB/Sumba í gjárkvøldið varð samtykt at nýta FC Suðuroy sum undirnavn hjá VB/Sumba.
Bjarni Johansen, formaður í VB/Sumba, sigur við Suðuroyarportalin, at felagið er áhugað í at skipa felagslið, har øll feløgini í oynni eru við. Formaðurin sigur víðari við Suðuroyarportalin, at á regluliga aðalfundinum, sum verður í februar, fer avgerð at verða tikin um, um liðið hjá VB/Sumba næsta kappingarár skal spæla undir navninum FC Suðuroy.
Á eykaaðalfundinum í gjárkvøldið vórðu fýra vald í nevndina, sum ikki vóru í nevndini undan eykaaðalfundinum. Tey eru Jens Petur Brattalíð, Konrad Joensen, Páll Lervig og Eyðbjørn Thomsen.
Hini í nevndini eru Bjarni Johansen, formaður, Pól Thorsteinsson, peningarøkil og Oluffa Joensen.