Fyrsta greiða ábendingin um, at hetta árið ikki fór at verða nakað serligt ár hjá B68 var, tá ið toftamenn í fjórða umfari taptu 3-1 í Vági. Gongdin hevur ikki verið nakað serlig, og tað sást eitt nú aftur í, at toftamenn ikki megnaðu meiri enn 1-1, tá ið FC Suðuroy vitjaði.
Í morgin fer B68 aftur at vitja á Vágseiði, og nú er tað greitt, at B68 fer at enda í ongamannalandi. Men teir á Toftum siga seg ætla at fáa nógv burtur úr trimum teimum seinastu umførunum, tá ið teir umframt ímóti FC Suðuroy skulu spæla ímóti AB og EB/Streymi.
Hjá FC Suðuroy stendur plássið í bestu deildini upp á spæl. Suðuroyarliðið er fýra stig frá bjargingini, og tá ið málmunurin hjá teimum er betri, enn hann er hjá B71, so vil tað siga, at um Suðuroy eisini næsta ár skal eiga lið í bestu deildini, so skal FC Suðuroy ímóti B68 og Víkingi á heimavølli og á útivølli ímóti AB vinna fýra stig meiri enn B71 fer at megna í trimum teimum seinastu umførunum.
Fyrsti møguleikin hjá FC Suðuroy er á heimavølli í morgin, og í felagnum verður ásannað, at um tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti B68, so verður tað rættuliga torført at vinna bjargingina. Við øðrum orðum hevur FC Suðuroy rættuliga knívin á barkanum ímorgin.










