1. deild: FC Hoyvík varð seinnapartin sent av Vágseiði við 2-0 tapi. FC Suðuroy var oddalið undan 6. umfari, og felagsliðið í syðru helvt av Suðuroy verður eisini topplið eftir dagsins umfar.
Í dag vitjaði FC Hoyvík á Vágseiði, og úrslitið var 2-0 sigur til heimaliðið.
Eftir stóran hálvan tíma var tað 19 ára gamli David Asare, sum setti hol á, og tá ið 2. hálvleikur var stórt korter gamal, staðfesti hesin sami Davis Asare 2-0 heimasigurin.
Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy framvegis er ósigrað. Einasti stigamissurin higartil var, tá ið tað fyri viku síðani endaði við javnleiki í Leirvík.
Hjá FC Hoyvík gongur tað ikki heilt so væl. Úrtøkan burtur úr seks teimum fyrstu umførunum er sjey stig, og tað røkkur til 7. plássið.