FC Suðuroy finnur ikki málið

Fótbóltur: Málturkurin hjá FC Suðuroy tykist ongan enda taka. Fimm dystir og framvegis einki mál eru skammiligu hagtølini eftir 0-1-tapið ímóti B68 leygardagin.

FC Suðuroy hevur havt tað sera trupult síðani teir fluttu upp í bestu deildina undan hesum kappingarárinum. Teir hava havt tað somikið trupult, at teir hava stríðst við at bara fáa eitt mál, og nú fimm dystir eru leiktir, hevur tað framvegis ikki eydnast.
Leygardagin fingu teir vitjan av B68, sum undan dystinum hevði latið flest mál ígjøgnum, men hinvegin júst hevði fingið sín fyrsta sigur.

Vindurin darvaði
Tað var fitt av vindi vesturi á Eiðinum í Vági leygardagin, og darvaði hetta eisini spælinum nógv. B68 hevði undanvind í fyrra hálvleiki og var eisini liðið, sum setti seg við róðrið og hevði bóltin fyri tað mesta. Liðini høvdu tó bæði ilt við at spæla seg fram til greiðar málmøguleikar. Bara nakrir hálvir málmøguleikar og royndir útifrá vóru at síggja, men var tað einki, sum kundi vera til fyrimuns fyri nakað av liðunum. Tað var tískil sera hóskandi, at fyrri hálvleikur eisini endaði málleysur 0-0.

Veteranurin avgjørdi
Í seinna hálvleiki hevði B68 vindin ímóti og fekk betri tamarhald á spæl sítt. Tá ið ein góður tími var leiktur, bragdaði hjá toftamonnum. Tað vóru tveir gamlir NSÍ-profilar, Einar T. Hansen og Christian Høgni Jacobsen, sum stóðu fyri hesum málinum. Einar legði eitt innlegg innfyri, og við handaru stong setti Christian Høgni bóltin í málið til 1-0. Hetta var fyrsta málið hjá honum í B68-troyggjuni.
Seinasta korterið av dystinum átti FC Suðuroy, sum av øllum alvi royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið. Hóast fleiri hóttanir, so megnaði verjan hjá B68 at halda tætt og harvið tryggja sær ein tepran 1-0-sigur.
Eftir eina slaka byrjan hevur B68 nú vunnið tveir dystir á rað, meðan FC Suðuroy framvegis ikki hevur skotið nakað mál og við einum stigi liggur á aftasta plássi.