FC Suðuroy er flúgvandi

Í dag eydnaðist tað at vinna á toppliðnum, sum nú er hótt í kappingini um gullkrónurnar

Tað er longu greitt, at FC Suðuroy eisini næsta ár fer at spæla í næstbestu deildini. Liðið hevur vunnið bronsukrónurnar, og tað er ikki møguleiki at røkka næstfremsta plássinum.

 

Síðstu tíðina hevur tað gingið ógvuliga væl hjá FC Suðuroy, og soleiðis var tað eisini ídag. Tíðliga seinnapartin var FC Suðuroy gestur hjá EB/Streymi, sum fyri fleiri vikum síðani hevur tryggjað sær uppflyting.

 

FC Suðuroy vann 3-2 við Margáir, hóast tað var EB/Streymur, sum legði seg framum. Undan steðginum javnaði John Villi Woldike Leo, og tað var eisini hann, sum legði FC Suðuroy á sigurskós. Búi Egilsson økti til 3-1, og hóast EB/Streymur eitt korter undan leikloki minkaði um munin, so eydnaðist tað gestunum úr Suðuroy at halda tørn, og harvið eru teir á veg suður aftur við fullari úrtøku.

 

FC Suðuroy er tað liðið í næstbestu deildini, sum hevur staðið seg best seinastu tíðina. Ellivu tær seinastu ferðirnar er úrtøkan níggju sigrar og tveir javnleikir. Liðið hevur ikki tapt síðani 25. juni (4-2 í Runavík). Í 27. umfari skal FC Suðuroy spæla í Gundadali ímóti Giza Hoyvík.

 

Úrslitið í dag ber við sær, at tað framvegis er møguleiki fyri, at 07 Vestur í síðsta umfari skal vinna gullkrónurnar fyri nøsini á EB/Streymi. 07 Vestur, sum klokkan 16 spælir ímóti HB, hevur 59 stig, og EB/Streymur hevur 64 stig. Í síðsta umfari, sum verður um eina viku, eigur EB/Streymur NSÍ á heimavølli, og 07 Vestur skal spæla ímóti B71 á útivølli.

 

26. umfar

Í dag

EB/Streymur-FC Suðuroy 2-3 (1-1)

KÍ-Giza Hoyvík: Bjarki Danielsen kl. 15.30

NSÍ-B71: Bent Tommy Linklett Kl. 15.00

07 Vestur-HB: Súni Fríði Barbá kl. 16.00

 

AB-Víkingur: Rúni Olsen kl. 16.30