FC Suðuroy ella HB

Við Sosialin í dag sigur Símun Samuelsen, at talan er um HB og barndómsfelagið, VB, sum nú eitur FC Suðuroy.

- Sjálvur vænti eg, at endaliga avgerðin fellur í dag ella í morgin. Men meira enn tað fái eg ikki sagt, sigur Símun Samuelsen, sum nú er í Íslandi og avgreiðir seinastu smálutirnar, áðrenn ferðast verður aftur til Føroya.