FC Suðuroy einsamalt á odda

Av tí at AB tapti og TB bara fekk javnt, kundi FC Suðuroy við sigri leggja seg einsamalt á odda í næstbestu mansdeildini

Framvegis eru suðuroyarliðini bæði, FC Suðuroy og TB, best fyri í kappingini um uppflyting, har AB í løtuni bara dragnar. Enn er kappingin tó komin ongan veg, so myndin kann saktans broytast, men tá fyrsti triðingurin er farin aftur um bak, fer ein tendensur helst at vísa seg.
Málríkasti dysturin hetta umfarið í Vági, har FC Suðuroy tók ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Her fingu gestirnir ein sjokkstart, og eftir bara hálvum tíma hevði Jónstein Magnussen skotið trý mál, so EB/Streymur var á odda 3-0! Hetta var støðan eitt lítið korter inn í seinna hálvleik, men so megnaði FC Suðuroy væl og virðiliga at svara aftur, og David Asare gekk undan við einum »hat-trick«, so suðuroyingarnir endaðu við at vinna 5-3.
Hitt suðuroyarliðið, TB, fekk heldur ikki nakra ynskibyrjan á Skála, tí beint fyri steðgin legði Brian Jacobsen heimaliðið á odda 1-0, og tann støðan helt sær í 12 minuttir av seinna hálvleiki, til Bárður Dimon fekk javnað. Eitt sindur av dramatikki var ímóti endanum, tá málskjúttin hjá Skála fekk sítt seinna gula kort og mátti av vøllinum – saman við Dmitrije Jankovic og Dan Mortensen hjá TB, ið báðir fingu reyða kortið!

AB fall í Gundadali
Argjamenn skuldu verið førir fyri at kappast við suðuroyarliðini um uppflyting, men tað gongur ikki betur enn næstbest hjá AB fyri tíðina. Leygardagin taptu argjamenn aftur, og hesa ferð vóru tað teir næstbestu hjá HB, ið spentu bein. Einsamalla málið í dystinum skoraði Magnus Egilsson við einum vælplaseraðum skoti í 12. minutti, og so komu ikki fleiri mál í grannauppgerðini í Gundadali.
Grannauppgerð var eisini við Løkin, har NSÍ tók ímóti Víkingi, og her var tað heimaliðið, ið hevði munin og vann 3-0. Rógvi Højgaard skoraði í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin skutu Hugues Namni og Nemanja Koncar hvør sítt mál.
FC Hoyvík, ið óivað hugsar um at sleppa longur upp at spæla, hevur ikki rættiliga havt vindin við sær, tí útisigurin á 07 Vestur í gjár var tann fyrsti hjá hoyvíkingum hetta kappingarárið. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men 10 minuttir eftir steðgin fekk Bogi á Borg Eyðunsson fatur í einum returbólti og legði FC Hoyvík á odda. 12 minuttir seinni var Ragnar Niclasen á rætta staðnum eftir trunkaspæl, og so var 1-1. Men eitt lítið korter fyri dystarenda vísti gamli málrevurin, Jørgen Meitilberg, sítt virði, tá hann við góðum skoti úr 15 metrum tryggjaði FC Hoyvík sigurin.