FC Suðuroy bara eitt stig í Leirvík

1. deild: Oddaliðið fekk bara eitt stig á útivølli ímóti Víkingi, sum framvegis eigur fyrsta sigurin til góða. Tað eydnaðist hvørgum teimum, sum undan fimta umfari vóru á tveimum teimum fremstu plássunum, at vinna fulla úrtøku ídag.

Tíðliga seinnapartin tapti TB 2-0 á heimavølli ímóti AB, og í kvøld var úrslitið 1-1, tá ið FC Suðuroy vitjaði í Leirvík. Víkingur eigur framvegis fyrsta sigurin til góða, og favorittarnir úr FC Suðuroy løgdu seg á odda miðskeiðis í 2. hálvleiki við máli, sum Poul N. Poulsen skoraði. Tíggju minuttir seinni javnaði miðvallarin Ingi Sørensen, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.

Umframt Víking eigur 07 Vestur fyrsta sigurin á. Í dag vitjaði Skála í Vágum. Talan var um botnuppgerð, tí Skála hevði burtur úr fýra teimum fyrstu umførunum fingið eitt stig, meðan 07 Vestur var stigaleyst. Í hálvleikinum var framvegis málleyst, men so gjørdi Skála ein orduligan vørr. Úrslitið var 4-0 til Skála.

Teir næstbestu hjá NSÍ eru eftir 2-0 sigur í Streymnesi næstfremst.

Cið 1-0 sigri á HB styrkti FC Hoyvík um sína støðu. Fimm lið kappast um tvey uppflytingarpláss: FC Suðuroy hevur 13 stig, TB hevur 10 stig, AB hevur 9 stig, FC Hoyvík hevur 7 stig, og Skála hevur 4 stig.

 

TB-AB 0-2 (0-0)

0-1: Alex Mellemgaard 55.

0-2: Milan Kuljic br 65.

 

FC Hoyvík-HB 1-0 (1-0)

1-0: Eyðun H. Højgaard 16.

Reytt kort: Svenn Fuglø Jacobsen, HB, 76.

 

EB/Streymur-NSÍ 0-2 (0-1)

0-1: Andrias á Líknargøtu 20.

0-2: Árni Frederiksberg 85.

 

07 Vestur-Skála 0-4 (0-0)

0-1: Ólavur Mikkelsen 55.

0-2: Jóhan B. Johansen 68.

0-3: Uni Jacobsen 73.

0-4: Ólavur Mikkelsen 88.

 

Víkingur-FC Suðuroy 1-1 (0-0)

0-1: Poul N. Poulsen 62.

1-1: Ingi Sørensen br 72.

 

Støðan

FC Suðuroy 13

NSÍ 12

TB 10

AB 9

EB/Streymur 9

FC Hoyvík 7

HB 6

Skála 4

Víkingur 2

07 Vestur 0