FC Hoyvík hevur avgjørt, at raðfesta kvinnufótbólt høgt næsta kappingarár. Í hesum sambandi ætlar felagið á fyrsta sinni at luttaka í Betrideildini hjá kvinnum í 2024.
- Avgerðin um hetta varð tikin saman við eldhugaðu kvinnunum á fundi í gjár.
Tað sigur FC Hoyvík í tíðindaskrivi í morgun.
FC Hoyvík luttók í øllum aldursbólkum fyri gentur í júst lokna kappingarári. Gentur U13 vunnu greipuna, bæði FM-og steypakappingina 2023. Undanfarin ár hava U16 við gentum eisini staði seg sera væl.
- Seinastu árini hevur FC Hoyvík hvørt ár havt fleiri gentur við á ungdómslandsliðunum, og í løtuni eru vit umboðaði bæði á U15 og U17 landsliðunum.
Felagið metir seg við støðugt veksandi fólkagrundarlagnum í Hoyvík í huga at kunna gera seg galdandi, bæði innan mannfólka- og kvinnufótbólt í framtíðini.
Eykaaðalfundur verður í FC Hoyvík 23. november, har nevndarval og framtíðarætlanir eru á skránni.
- Vit vóna, at limirnir møta fjølmentir í felagshølunum klokkan 19, verður lagt aftrat.