FC Hoyvík velur tann ítróttarliga fyrimunin

Í morgin spælir FC Hoyvík á heimavølli fjórðingsfinalu ímóti B36 í kappingini um løgmanssteypið.

 

Talan er um ein dyst, sum kann geva FC Hoyvík góðar áskoðarainntøkur í kassan, men FC Hoyvík hevur ikki prioriterað, at áskoðarnir skulu hava tak yvir høvdið, ella ein stuttan veg til ein kaffimunn í B36- ella HB-húsinum.

 

Dysturin verður nevnliga á niðara vølli í Gundadali. - Okkara áskoðarar koma óannsæð hvar vit spæla, slær Fróði Danielsen, formaður í FC Hoyvík fast. - Vit hava valt at priortera ítróttarliga, og vit meta, at vit fáa ein ítróttarligan fyrimun av at spæla á tí vøllinum, sum vanliga er okkara heimavøllur.

 

Spurdur um tað ikki kann kosta kærkomnar áskoðarainntøkur, svarar Fróði Danielsen: - Tað kann væl verða, men vit velja tey ítróttarligu atlitini framum tey fíggjarligu atlitini. B36 er stórfavorittur, men vit halda okkum kunna økja okkara møguleikar, við at spæla á niðara vølli.

 

B36 venur tó við jøvnum millumbilum á niðara vølli, so teir eru als ikki - sambært Jákupi á Borg - ókunnugir við niðara vøll. Tað frættist eisini, at nógv B36-viðhaldsfólk fara væntandi at seta seg í B36-skýlið, og so hyggja oman á niðara vøll, sum liggur nær við B36-húsið.

 

Lagt er upp til eina eitt sindur øðrvísi grannauppgerð millum FC Hoyvík og B36. Dysturin byrjar klokkan 17 í morgin.

 

B36 liggur á odda í vodafonedeildini við 10 stigum fyri 4 dystir, meðan FC Hoyvík liggur næstaftast í 1. deild við einum stigi fyri 3 dystir.

 

Ransin Djurhuus verður dómari.