Grannauppgerðin á vøllinum við Løgmannabreyt var millum tvey lið, sum ikki høvdu vunnið í trimum teimum fyrstu umførunum.
AB hevði einki stig, og FC Hoyvík hevði eitt stig – fyri javnleik í Klaksvík í øðrum umfari.
Argjamenn noyddust út um aftur brúnna við ongum. Oddbjørn Joensen og FC Hoyvík vunnu 3-2. Sigursmálið til 3-2 skoraði Pætur Ingason Rein, tá ið tað restaðu ellivu minuttir. Hann hevði bara verið tveir minuttir á vøllinum, tá ið hann skoraði sigursmálið. Hugin Ferber átti næstsíðsta fótin á, tá ið FC Hoyvík skoraði sigursmálið.
Hálvleiksstøðan var 2-0.
Fyrra málið syrgdu tveir fyrrverandi HB spælarar fyri. Tíggju minuttir vóru farnir, tá ið Poul Thomas Dam legði upp, og Villiam Emil Klein skoraði.
Átta minuttir undan steðginum økti Óli Hansen um FC Hoyvík leiðsluna, og nú var tað Villiam Emil Klein, sum átti uppleggið.
Tað eydnaðist AB at svara aftur, so tað av álvara aftur varð spenningur. Tríggjar minuttir eftir steðgin minkaði Petur Frank Holm um munin, og seks minuttir seinni javnaði Jón Krosslá Poulsen til 2-2.
AB veteranurin Jónas Stenberg átti uppleggið.
Og so var tað, at FC Hoyvík svaraði aftur og vann 3-2.
Í fimta umfari skal FC Hoyvík spæla á útivølli ímóti B36, meðan AB fær vitjan av NSÍ.