Tað var grannauppgerð seinnapartin, tá ið FC Hoyvík hevði vitjan av B36.
FC Hoyvík vann 2-1, og sigurin ber við sær, at FC Hoyvík lyfti seg av aftasta og fram á næstaftasta plássið.
Hjá B36 gongur tað ikki væl. Hetta var fimti dysturin á rað, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Tilsaman í hesum fimm dystunum hevur B36 vunnið tvey stig.
Dygst undan ólavsøku tapti B36 1-0 á heimavølli ímóti NSÍ. Tá hevði B36 eina rúgvu av hornaspørkum, nógvar heilt góðar málmøguleikar, og so misnýtti B36 eitt brotsspark.
Tølini siga, at gongdin í onkrum førum minti um hana fyri einari viku síðani. B36 hevði 18 hornaspørk, og FC Hoyvík hevði trý hornaspørk.
Men FC Hoyvík spældi seg til málmøguleikar, og Hugin á Borg Ferber skoraði tvey mál. Tað fyrra var brotsspark longu í sætta minutti, og fýra minuttir undan steðginum økti hann til 2-0.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði B36 um munin til 2-1. Tað va við brotssparki, sum Rasmus Dan Sørensen tók sær av.
FC Hoyvík hevur níggju stig og er næstaftast. Næsta avbjóðingin verður mikukvøldið í Runavík.
B36 er á áttanda plássi við 17 stigum. Næsta avbjóðing verður mikukvøldið á útivølli ímóti 07 Vestur, sum eisini hevur 17 stig.