Nú er tað greitt, at Oddbjørn Joensen í 2020 og 2021 skal venja FC Hoyvík.
Tað boðar felagið frá í morgun.
Í fjør flutti FC Hoyvík niður úr næstbestu deildini, og í ár kvalifiseraði felagið seg næsta ár aftur at spæla í næstbestu deildini.
Oddbjørn Joensen er gamal í garði í føroyskum fótbólti. Hann var evnagóður spælskipari í barndómsfelagnum KÍ, LÍF og HB, og hann hevur verið venjari í LÍF, AB, KÍ, ÍF, TB og HB, sum hann var við til at vinna FM við í 2013.
Umframt sum spælari og venjari hevur Oddbjørn Joensen verið við til at seta dám á føroyskan fótbólt sum skilagóður viðmerkjari í fjølmiðlunum - eitt nú á FM1.
Oddbjørn Joensen avloysir Áka Johansen, sum hevur vant besta liðið í felagnum í 2018 og 2019.