FC Hoyvík hevur tíðliga seinnapartin sum tað fyrsta felagið av øllum tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
TB vitjaði í Gundadali, og FC Hoyvík vann 2-0 í vánaligum líkindum. Fyrra málið skoraði Jørgen Meitilberg, tá ið tíggju minuttir restaðu av 1. hálvleiki, og seinna málið skoraði Bogi Hermansen eftir upplegg frá Jørgeni Meitilberg.