(Valkeakoski-Sosialurin): Í fyrrakvøldið spældi Glasgow Rangers ein venjingardyst í Tróndheimi móti Rosenborg. Skotska meistaraliðið vann 1-0, og millum áskoðararnar var eingilski venjarin hjá Haka, Keith Armstrong.
? Tað ræður um at vera væl fyrireikaður, og um tað ikki eydnast okkum at spæla okkmum víðari í kappingini, so verður tað luturin hjá tykkum at spæla móti Glasgow Rangers, og so kunnu tit fáa nógv at vita frá mær, segði venjarin hjá finska liðnum á tíðindafundinum seinnapartin í gjár, og harvið royndi hann at taka eitt sindur av trýstinum, sum finska felagið og tey, ið eru rundanum liðið, hava lagt á seg sjálvi. Her á leið tykist eingin ivi at vera um, at finska liðið fer at megna at vinna á HB.
? Dysturin í Føroyum var javnur, og eg skal ikki dylja, at vit kendu okkum darvaðar av veðrinum, tí tað var so kalt. Nú kunnu vit so vóna, at spælararnir hjá HB fara at kenna seg darvaðar av veðrinum her hjá okkum, tí tað er stórur munur á tí, sum var í Føroyum í síðstu viku, og so tí, sum er her nú, helt fryntligi Keith Armstrong.
Pappírið eigur lívið í felagnum
Í Valkeakoski búgva tað bara 20 túsund fólk, men alíkavæl eiga teir eitt betri fótbóltslið enn bæði felagið í grannabýnum Tammerfors, har tað búgva 200 túsund fólk, og høvuðsstaðnum Helsingfors. FC Haka vann meistaraheitið í fjør, og í ár eru teir fimm stig undan HJK úr Hesingfors, sum hevur spælt ein dyst meiri enn mótstøðuliðið hjá HB í kvøld.
Tá vit vildu vita meiri um hetta, var svarið, at tað er fyrst og fremst pappírídnaðurin, sum eigur lívið í felagnum.
UPM fyritøkan er ein tann størsta av sínum slagi í Europa, og tá felagið var grundað í 1934, var tað tí, at eigarin av mylluni og verksmiðjuni vildi hava eitt gott frítíðartilboð til arbeiðsfólkið. Síðani tá hevur UPM stuðlað felagnum. Í dag hevur felagið einar hundrað stuðlar, men UPM er nógv tann størsti.
24 spælarar fáa løn frá felagnum, og helvtin av teimum er í fulltíðarstarvi sum fótbóltsspælarar. Einir fimm spælarar búgva í Tammerfors, har teir lesa á lærda háskúlanum, meðan allir hinir búgva í Valkeakoski.
? Felagið hevur vunnið nógv, og spælararnir, sum vit keypa, vita, at teir fáa góðar sømdir her. Vit hugsa okkum væl um, tá vit keypa spælarar. Vit keypa ikki spælarar bara tí teir eru góðir fótbóltsspælarar, men vit keypa bara spælarar, sum okkum tørvar. Hetta ger, at tað ganga eingir spælarar í felagnum hjá okkum, sum kenna á sær, at teir hava ongan møguleika at spæla, og vit síggja onga meining í at hava nógvar spælarar til hvørt plássið á liðnum, siga venjarin og stjórin í felagnum.
Kent andlit
Kendasti maður á stadion í kvøld verður ikki at finna inni á vøllinum, men millum áskoðararnar. Talan er um venjaran hjá Glasgow Rangers, hollendarin Dick Advocaat. Tá HM var í USA í 1994 hevði hann ábyrgdina av hollendska landsliðnum, og hann hevur verið venjari hjá fleiri av størstu feløgunum í Hollandi.
Í Glasgow Rangers ynskja teir ikki at undirmeta nakað mótstøðulið, og tí hava teir longu hugt at FC Haka fleiri ferðir. Tá Haka var í Føroyum var hjálparvenjarin, John McGregory og hugdi at, og nú kemur venjarin sjálvur.
Í fjør var um reppið, at Glasgow Rangers varð sent úr Europa Cup í fyrsta innleiðandi umfarinum. Teir taptu á útivølli 3-0 móti einum írskum liði, men á heimavølli eydnaðist tað at vinna 5-0. Skotarnir ætla sær ikki at koma í sovorðið óvæntað ódnarveður aftur, og tí kemur ein av best kendu venjarunum í Europa og kanska øllum heiminum í kvøld til Finnlands at hyggja eftir HB og FC Haka.