FC Barcelona vrakar Braithwaite

La Liga: Danski Martin Braithwaite er vrakaður saman við trimum øðrum í stórfelagnum

FC Barcelona hevur vrakað Martin Braithwaite til venjingarleguna í USA. Danski áleyparin bleiv í neyðini keyptur í 2020, men hevur ongantíð vunnið fram í katalanska stórfelagnum.

 

Tað er fíggjarlig kreppa í felagnum, men við søluni av partum av sjónvarpsrættindum og helminginum av søluni av troyggjum, hevur felagið fingið skrásett spælarar sum Franck Kessié og danska Andreas Christiansen.

 

Stóri spurningurin er um felagið skal taka av boðnum frá Manchester United upp á Frenkie de Jong. Hetta gevur fíggjarliga meining, men ikki ítróttarliga, tí hollendski miðvallarin er ríkiliga góður til at spæla í FC Barcelona.

 

Ein annar máti at fáa pengar í kassan er at selja og leiga aðrar spælarar út. Her hevur verið arbeitt við at fáa spælarar sum Samuel Umtiti, Clément Lenglet, Philippe Coutinho og Martin Braithwaite av lønar listanum.

 

Philippe Coutinho er seldur til Aston Villa fyri lítið og lætt, meðan Clément Lenglet er útleigaður til Tottenham. Væntandi verður Francisco Trincão eisini útleigaður, meðan felagið hevur boðað bæði Samuel Umtiti og Martin Braithwaite frá, at teir eru óynsktir.

 

Danski landsliðsspælarin hevur tó givið til kennar, at hann ikki ætlar sær úr felagnum. Martin Braithwaite er saman við Samuel Umtiti, Oscar Mingueza og Riqui Puig vrakaðir til komandi venjingarleguna.