Tað hava verið nógvar umstríddar støður í samband við skiftið hjá Neymar brasilska Santos til FC Barcelona í 2013. Táverandi formaðurin í FC Barcelona, Sandro Rosell, mátti eftirfylgjandi frá, tí skiftið fór fram á óregluligan hátt. Millum annað fekk ein felagið hjá pápa Neymar, N&N, ein stóran part av pengunum fyri skiftið.
Síðani hevur Santos kært málið til Ítróttardómstólin, CAS, og vil hava 461 milliónir krónur í endurgjaldið, men í dag hevur CAS givið FC Barcelona viðhald. Orsøkin er, at sáttmálin millum Neymar og Santos var endaður í sátt og semju á sinni. Tí hevur Santos ikki rætt til tær 461 milliónir krónurnar.
Fyri kortum vann FC Barcelona eisini eina sak móti Neymar sjálvum. Brasilski spælarin heldur fyri, at FC Barcelona skyldar honum 330 milliónir krónur í ágóðum, eftir at hann skifti til franska Paris Saint Germain.
Her hevur rætturin givið FC Barcelona viðhald. Neymar skal enntá gjalda 50 milliónir krónur aftur til FC Barcelona. Altjóða miðlar skriva, at hóast talan er um ósemju millum felag og spælarar, so kann hetta verða ein byrjan til at Neymar kemur aftur til Barcelona. Millum annað tí so sleppur hann undan at gjalda hasar 50 milliónirnar aftur.
Hendan avgerðin kann kærast víðari í rættarsysteminum í Spania.