Við 4-3 sigrinum á Espanyol í gjár, legði Real Madrid trýst á arvafíggindarnar úr FC Barcelona. Við sigrinum skuldi FC Barcelona vinna á Real Betis í kvøld, um teir skuldu endurvinna sær fyrsta plássið, men verandi meistararnir misnýttu møguleikan.
Tað byrjaði annars best hjá FC Barcelona. Bert fimm minuttir vóru leiktir, tá ið Deco varð feldur í brotsteiginum. Brotsspark varð dømt til FC Barcelona, og Ronaldinho setti brotssparkið í netið til 1-0. Eftir hetta sat FC Barcelona á dystinum, men misnýtti fleiri málmøguleikar til 2-0. Hetta kom at kosta liðnum dýrt, tí í seinasta minutti javnaði Augusto Sobis fyri Real Betis til endaliga úrslitið, 1-1.
Við eina stiginum má FC Barcelona taka til takkar við einum deildum fyrsta plássi, sum teir deila við Real Madrid. Spenningurin er tískil stórur, nú bara fýra leikumfør eru eftir.










