FC Barcelona selur fyri at fáa kapitalíløgu

La Liga: FC Barcelona roynir at selja seg úr fíggjarkreppuni

FC Barcelona hevur kunngjørt, at felagið hevur selt 10 prosent av sjónvarpsrættindunum tey komandi 25 árini. Afturfyri fær fíggjarliga kroysta stórfelagið tvær milliardir krónur.

 

Tað er væl kent, at FC Barcelona hevur verið trýst fíggjarliga seinastu tíðina. Síðani Joan Laporta vann forsetavalið, hevur hann leitað eftir kapitali. Tað hevur ljóðað, at felagið skuldi selja bæði partar av sjónvarpsrættindunum, og helmingin av søluni av troyggjum og øðrum lutum.

 

FC Barcelona væntast at kunngera Andreas Christensen og Frack Kessié sum nýggjar spælarar í felagnum, eftir at teir eru blivnir sáttmálaleysir, men fíggjarstøðan loyvir teimum ikki tað í løtuni.

 

Nú verður væntað, at báðir verða kunngjørdir eftir søluna av sjónvarpsrættindunum. Hartil er felagið sett í samband við Robert Lewandowski, ið ikki ynskir at halda fram í Bayern Munchen. Hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum, og tí skulu pengar á borðið. Spurningurin er so, um hetta eru pengar nokk til tað?