FC Barcelona rakar ikki málið

La Liga: Annan dystin upp í slag spældi FC Barcleona til null

FC Barcelona er greitt á odda í sponsku landskappingini, men um vikuskiftið minkaði munurin niður í 11 stig. Real Madrid vann 2-0 á Cadiz, meðan FC Barcelona spældi málleysan javnleik móti Getafe.

 

Real Madrid spældi leygardagin. Liðið fyrireikar seg til Champions League uppgerðina móti Chelsea um vikuskiftið, men vann 2-0 við málum frá Nacho og Marco Asensio. Real Madrid hevur nokk mest eyguni eftir Champions League steypinum, og er í finaluni í sponsku steypakappingini.

 

FC Barcelona hevur bara landskappingina at hugsa um á vøllinum. Leiðslan er greið á stigatalvuni, men tað gongur ikki bara væl. Nógvir av sigrunum hava verið smalir og seinastu tveir dystirnir er einki mál komið. Fyrst ein málleysur javnleikur á heimavølli móti Girona, og í gjár á útivølli móti Getefe.

 

16.04Valencia0:2Sevilla
16.04Atlético Madrid2:1Almería
16.04Getafe0:0FC Barcelona
16.04Girona2:0Elche
15.04Cádiz0:2Real Madrid
15.04Real Betis3:1Espanyol
15.04Athletic Bilbao2:0Real Sociedad
15.04Villarreal1:2Real Valladolid
14.04Rayo Vallecano2:1Osasuna
1FC Barcelona29234253:973
2Real Madrid29195561:2462
3Atlético Madrid29186547:2160
4Real Sociedad29156837:2851
5Real Betis29146937:3048
6Villarreal291451038:2847
7Athletic Bilbao291271040:2943
8Rayo Vallecano291010935:3440
9Girona291081144:4238
10Osasuna291081125:3038
11Celta de Vigo28991036:3936
12Sevilla29981235:4435
13Mallorca28971225:3034
14Real Valladolid29951525:4832
15Getafe297101227:3631
16Cádiz297101223:4231
17Almería29861535:5030
18Valencia29761630:3627
19Espanyol29691435:4927
20Elche29272020:5913